Fjarðastevnan
Adrass Danielsen er formaður í Stranda Ítróttarfelag. Tað hevur hann verið síðan á aðalfundi felagsins í 1998. Hesi árini hevur felagið verið rikið rættiliga professionelt við løntum venjarum til bæði dreingir, gentur, kvinnu og menn.
Hesi árini hevur StÍF havt stóra framgongd. Felagið hevur vunnið tvey FM-heiti fyri menn í hondbólti, umframt tvær steypakappingar í somu deild. Í øðrum deildum bæði hjá gentum og dreingjum, hevur byrðurin eisini verið góður, og felagið hevur hesi árini vunnið FM-heitir í flestu deildum.
Uppbyggingararbeiði
Tað er bara hjá kvinnunum, at tað ikki hevur gingið so væl.
Andrass Danielsen sigur, at her er neyðugt við einum uppbyggingararbeiði, sum væntandi fer at geva úrslit um nøkur ár. Tað var soleiðis, at Skála hevði hondbóltin hjá kvinnunum, og síðan var ítróttargreinin í einum aldudali, áðrenn StÍF tók táttin uppaftur á Strondum.
- Vit hava góðar gentur, sum í dag eru upp til 16 ára gamlar. Tá ið hesar eru vorðnar eitt sindur eldri, ivast vit ikki í, at tær eisini koma at síggjast aftur í hondbóltinum, sigur hann.
Kostnaðarmikið
Andrass Danielsen sigur, at tað er rættiliga kostnaðarmikið hjá einum felag, sum verður rikið so professionelt, sum StÍF verður rikið.
- Vit hava tveir venjarar, sum arbeiða hjá felagnum fulla tíð. Annar tekur sær av øllum mansdeildunum, heilt frá 10 árum og uppeftir. Tað sama er við kvinnunum.
Hann vísir á, at tað tí er ein stór uppgáva hjá felagnum at útvega inntøkur til tann aktivitet, sum felagið hevur.
- Her krevst nógvur peningur, og neyðugt er tí við tiltøkum av ymiskum slagi og góðum stuðlum, um alt skal fáast at hanga saman fíggjarliga, sigur Andrass.
Stevnuspent
- Vit eru ógvuliga spent, nú tann fyrsta Fjarðastevnan verður hildin á Strondum.
Formaðurin í StÍF sigur, at strandingar hava tikið væl ímóti stevnuni, og hóast tíðin er stutt, er nógv gjørt til tess at fáa eina góða stevnu við nógvum og áhugaverdum tiltøkum.
- Tey, sum sita í nevndini, ið fyrireikar stevnuna, hava gjørt eitt stórt og gott arbeiði.
Andrass er róðrarfeløgunum kring landið sera takksamur fyri, at tey stuðlaðu uppskotinum um, at Fjarðastevnan, sum nú er veruleiki, kann skifta ímillum vesturarmin á Skálafjørðinum og Vestmanna annaðhvørt ár.
- Fyrsta stevnan verður so á Strondum nú í vikuskiftinum. Tíðin til fyrireikingar hevur verið ógvuliga knøpp, men eg ivist onga løtu í, at tey, sum nýta høvi at vitja okkum í vikuskiftinum, fara ikki vónsvikin avstað aftur, sigur hann.
Nógvir stuðlar
Andrass sigur, at nú StÍF av álvara hevur havt viðrák seinastu árini, hevur felagið eisini merkt ein ótrúligan stuðul ? fyrst og fremst í bygdafólkinum, men eisini millum teir strandingar, sum búgva aðrastaðni.
- Tá ið vit eru til dystir í eitt nú høvuðsstaðnum, er ikki óvanligt, at líka nógvir strandingar eru og hyggja sum havnafólk. Nú stevna verður, vóna vit, at hesir stuðlar eisini vitja heimaftur og vilja njóta stevnuna saman við okkum og øllum øðrum, sum leita higar. Vit vóna eisini, at tey kappróðrarfeløg, sum stuðlaðu okkum so væl, tá ið henda 7. stevnan skuldi leggjast, koma at vitja stevnuna hjá okkum í vikuskiftinum, sigur Andrass Danielsen, formaður í StÍF.
At enda nýtir hann høvi at ynskja øllum eina góða Fjarðastevnu.