Í næstum fer tað at verða ókeypis at sigla við Strandferðsluni eitt heilt vikuskiftið. Tað boðar Strandferðslan frá nú á dag. Um árskiftið játtaði Løgtingið Strandferðsluni 1,5 milliónir krónur eyka. Upphæddin varð markað til at lækka prísin á ferðaseðlum við skipunum hjá Strandferðsluni.
Les eisini: Nú skal prísurin á ferðaseðlum lækkast
Tað er kortini ikki hent, men sum vit sóu her á in.fo fyrr í morgun, heitti fíggjarnevndin hjá løgtinginum nú á Johan Dahl um at seta lækkingina í verk.
Strandferðslan sigur nú, at á Sandoyarleiðini og Nólsoyarleiðini vórðu prísirnir lækkaðir 15 prosent, tá ið nýggj ferðaseðlaskipan varð tikin í brúk á Teistanum og Ternuni fyrr í ár. Men á hinum skipunum er nýggja skipanin ikki sett upp og tí hevur ikki borið til at lækka prísin.
Men ístaðin fyri at lækka prísin, hevur Strandferðslan nú avgjørt at vikuskiftið 28.-30 november, fer tað at vera ókeypis at ferðast við øllum skipunum hjá Strandferðsluni, bæði hjá ferðafólki til gongu og hjá ferðafólki við persónbili.
|