HóastStrandfaraskip Landsins hava givið manningunum boð um, at strandfaraskipini skulu sigla 1. jóladag, so er ikki víst, at hetta verður veruleiki, kortini.
Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið hava limir umborð á skipunum, og í tíðindaskrivi siga fakfeløgini, at eingin semja er funnin um, hvussu tað skal samsýnast, tá fólk verða sent til arbeiðis jóladag.
Fakfeløgini vísa í tíðindaskrivinum á, at tað hevur ikki verið siglt jóladag og at arbeiði hendan dag tí ikki er fevnt av sáttmálunum, sum feløgini hava við landið.
- Av tí at eingin semja er fingin í lag um samsýning fyri siglingina, nokta feløgini limum sínum at sigla sum manning við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins jóladag.