Gongst sum ætlað, fer tað í næstum at bera til at keypa ferðaseðil til skipini hjá Strandferðsluni, á internetinum.
Tað upplýsir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fyri Løgtinginum.
Tað, hann hugsar um í hesum sambandi, er bæði um ferðaseðlar til ferðafólk, og til bilar.
Løgtingið hevur umrøtt ferðaseðlaskipanina hjá Strandferðsluni og í tí sambandi upplýsti landsstýrismaðurin í vinnumálum, at tað er komið væl áleiðis at seta nýggju ferðaseðlaskipanina í verk.
Í tí sambandi verður eisini kannað eftir, hvussu ein skipan kann gerast, har tað ber til at bíleggja pláss á internetinum fyri ferðafólki og bilum á ávísum leiðum hjá Strandferðsluni.
Hann sigur, at nýggja ferðaseðlaskipanin, er ein fortreyt fyri tí.
Men hann leggur afturat, at av tí at tað ikki ber til at siga, akkurát nær nýggja skipanin verður sett í verk, ber heldur ikki til at siga akkurát, nær tað fer at bera til at bíleggja ferðaseðlar á internetinum.
Men eg ivist ikki í, at vit finna eina skilagóða loysn, sum hann málber seg.
Summi tingfólk skilja ikki trupulleikan tí tað ber til at bíleggja sær ferðaseðlar til alt handa slag í allari verðini við eini snildfon í hondini.
Tingfólk vísa eisini á, at tað er so nógv onnur upplýsing í sambandi við fráferðir, komur, seinkingar og broytingar, sum vænta og tað er ikki óvanligt at síggja fremmand ferðafólk ganga í dýrastu neyð, tí at broytingar eru hendar, sum tey einki fáa at vita um.
Tí halda tey, at tað eigur at vera ein politisk uppgáva at geva Strandferðsluni umstøður til at fáa slík viðurskifti í rættlag og so at hon kann veita eina tænastu, sum fólk vænta av einum stovni, sum henni, nú vit skriva 2014.
|