Strandferðslan hevur nú broytt koronu-reglurnar

Strandferðslan hevur nú broytt reglurnar fyri tey, sum hava koronu og í samband við sóttarhald annars

Frá í morgin skulu tey, sum koma til Føroya uttan úr heimi, ikki longur í sóttarhald. Men Strandferðslan sigur, at tá ið tey ferðast við ferjum hjá Strandferðsluni, ella bussum hjá Bygdaleiðum, skulu tey kortini vísa serligt varsemi. Hetta er ein broyting, nú Strandferðslan hevur broytt koronu-reglurnar fyri tey, sum ferðast við skipum ella bussum.

 

Tey, sum hava koronu, skulu ikki ferðast við bussum ella skipum hjá Strandferðsluni, fyrr enn tey eru frísk aftur. Men í  einstøkum førum kunnu undantøk gerast tá ið ferðast verður við summum skipum.

 

Skulu tey við Smyrli, skulu tey ringja til Strandferðsluna áðrenn, tí so kunnu tey sleppa umborð, men tey skulu verða verandi á bildekkinum allan túrin eftir avtalu við manningina. Tey, sum ferðast ímillum Klaksvík og Syðradal, ímillum Gomlurætt og Skopun og ímillum Havnina og Nólsoy, skulu boða manningini frá tá ið tey koyra umborð og so skulu tey verða sitandi í bilinum allan túrin eftir avtalu við manningina.

 

Strandferðslan einastu undantøkini eru sjúkraflutningur, og annar flutningur, sum er avtalaður ímillum heilsuverkið og Strandferðsluna. Ferðafólk, ið eru í sóttarhaldi, skulu ikki ferðast við Strandferðsluni. Men ferðafólk, ið hava fingið boð um at fara í sóttarhald, skulu helst ikki ferðast við bussum ella skipum hjá Strandferðsluni.

 

Men er Strandferðslan einasti møguleiki at koma upp á pláss har til tey skulu í sóttarhald, hevur tey ábyrgd av, at:

 

– vera í masku

 

– halda frástøðu

 

– hava serliga gott reinføri

 

Tey, sum ferðast við Smyril, og skulu í sóttarhald, skulu fara beinleiðis í hølið, sum eigur Beinisvørð, á dekki seks, og har skulu tey verða sitandi í masku allan túrin.

 

 Frá í mostin skulu tey, sum koma til Føroya úr útlondum, ikki longur í sóttarhald. Men ferðast tey við Strandferðsluni, ella Bygdaleiðum, skulu tey

 

– vera í masku

 

– halda frástøðu

 

– hava serliga gott reinføri

 

Ferðast tey við Smyril, skulu tey fara beinleiðis í hølið, sum eitur Beinisvørð á dekki 6, og verða sitandi har í masku allan túrin.