Strandferðslan hevur nógvar avlýsingar í dag

Smyril hevur broytt ferðaætlan í dag. Sigldi av Krambatanga klokkan 7 í morgun og fer suður aftur av Havnini klokkan 18:30, men Strandferðslan sigur, at komu- og fráferðartíðir kunnu broytast í mun til veðurlíkindi.

 

Bygdarleiðir avlýsa eisini í dag. Strandferðslan boðar frá, at leið 701, Fámjin-Tvøroyri-Sandvík, ikki koyrir fyribils, og at kunnað verður nærri seinni, nær koyringin byrjar.

 

Leið 481, Skálabotnur-Oyndarfjørður, hevur eisini avlýsit í morgun. Har verður ikki koyrt fyribils. Strandferðslan kunnar nærri um tað seinni.

 

Leið 700, sum er Sumba-Vágur-Tvøroyri er eisini givin at koyra, og nærri verður kunnað um tað seinni, sigur Strandferðslan.

 

Teistin siglir, sum fráboðað í aðrari grein á in.fo í morgun heldur ikki. Hann roynir aftur klokkan 11:15 av Gomlurætt.

 

Á skúvoyarleiðini er heldur eingin sigling fyribils, har kemur kunning seinni um, nær siglt verður, sigur Strandferðslan.