Tey ið ætla at ferðast millum suðuroynna og Havnina í morgin, 2. Jóladag, mugu leggja sínar ferðaætlarnir um. Túrarnir klokkan 8:30 av Krambatanga og úr Havnini klokkan 11:00 verða ikki sigldir. Eftir ætlan sleppa ferðafólk við Smyrli av Krambatanga klokkan 17:30 og úr Havnini klokkan 20.
Teistin avlýsir fyribils alla sína sigling 2. Jóladag. Tað er galdandi Bæði fyri leið 60, millum Skopun og Gomlurætt, og leið 61, millum Gomlurætt og Hest.
Roknast kann eisini við avlýsingum á oyggja og bygdaleiðum 2. Jóladag.