Landsstýrismaðurin í Vinnumálum Johan Dahl hevur sett Hilmar Eliasen í starv sum stjóra á Strandfaraskipum Landsins.
Hilmar Eliasen er 47 ára gamal og útbúgvin Cand.merc.jur.
Hilmar hevur drúgvar royndir frá privata vinnulívinum m.a. innan kontraktstýring og logistik hjá Vestas Wind Systems A/S.
Les eisini: Kenni meg væl ílætnan til nýggja starvið
Hilmar hevur eisini royndir frá reiðaravirksemi frá starvi í Royal Artic Line A/S og sum chefkonsulent hjá Danmarks Rederiforening.
Hilmar tekur við starvinum 1. juni