Strandferðslan bakkar eitt hálvt ár

Stríðið varð ov nógv og fyrimunurin var ov lítil

Ferðafólk við Ternuni og Teistanum hjá Strandferðsluni, skulu nú aftur bara keypa ferðaseðil annan vegin.

Tað fortelur Strandferðslan á síni heimasíðu.

 

Sostatt stulu ferðafólk nú bara keypa ferðaseðil úr Skopun og Hesti við Teistanum og úr Havnini við Ternuni.

Men samstundis verður ferðaseðilin tvær ferðir so dýrur.

 

Síðani í apríl í ár hava ferðafólk verið noydd til at keypa ferðaseðil báðar vegir

- Royndirnar hetta tíðarskeiðið hava víst, at fyrimunirnir av hesum standa ikki mát við stríðið hjá ferðafólki og hjá manning, sigur Strandferðslan. 

 

Tískil verður farið aftur til at krevja ferðaseðlar annan vegin, og síðani verður nýggja ferðaseðlaskipanin stigvíst sett í verk á Svínoyar-, Kallsoyar-, Skúvoyar og Mykinesleiðini og at enda á Suðuroyarleiðini, sigur Strandferðslan.