Strandferðslan avlýsir fleiri túrar í kvøld

Bæði skip og bussar avlýsa

Tað er fitt av vindi í kvøld av landsynningi og tað hevur órógvað koyringina hjá Bygdaleiðum og siglingna hjá Strandferðsluni. Og nú boðar Strandferðslan frá, at fleiri ferðir í kvøld verða avlýstar.

 

Smyril hevur siglt vestanfyri Sandoynna í dag og tað er væl longri enn vanliga rutan eystan fyri, og tí er Smyril ikki komin longur enn nakað inn á Trongisvágsfjørð,hóast hann eigur at sigla aftur av Krambatanga nú klokkan 18.45. Men tann túrurin er avlýstur, og tað er túrurin av Havnini klokkan 21.15, somuleiðis, so tá ið Smyril leggur at um nakrar minuttir,verður hann liggjandi til í morgin ári.

 

Siglingin um Skopunarfjørð, er longu avlýst restina av degnum, og tað er siglingin út í Hest, eisini. Eisini fleiri túrar hjá Bygdaleiðum, eru seinkaðir, ella avlýstir, sigur Strandferðslan.