Nú hevur siglingin hjá Strandferðsluni verið ótarnað í nakrar vikur, men í dag er veðrið aftur so ólagaligt, at túrar mugu avlýsast. Smyril er farin norður til Havnar í morgnum, men nú boðar Strandferðslan frá, at hann siglur ikki suður aftur nú klokkan 8.30, sum hann átti og tessvegna verður túrurin av Krambatanga til Havnar klokkan 11, heldur ikki sigldur. Tað, ið annars er eftir av degnum, siglur hann eftir ferðaætlanini. Siglingin ávirkar eisini siglingina til og úr Sandoy og til og úr Skúvoy Teistin ikki av Gomlurætt fyrrenn nú klokkan 09.45 og av Skopun klokkan 10.30 í morgun og Sildberin siglur slett ikki.
Tað er fitt av vindi í morgun, yvir 20 metrar um sekundið nógva staðni av eystanedtir, mest landsynningi og tað er meiri enn skipini klára at manøvrera í inni í summum havnarløgum.
|