Strandferðslan vil sleppa at hækka prísirnar

Útreiðslurnar hjá Strandferðsluni eru øktar so nógv, at neyðugt er við fleiri inntøkum, heldur stjórin, Reidar Nónfjall

Stendur tað til Strandferðsluna, skulu ferðaseðlaprísirnir hækkað.

? Vit hava fingið so nógvar nýggjar útreiðslur, at nú eru bara tvinnir kostir. Antin fáa vit størri játtan, ella mugu vit sjálvi skaffað okkum fleiri inntøkur, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.

Nýggju útreiðslurnar, sum Reidar Nónfjall sipar til, standast av øktum havnagjøldum, hægri lønum í sambandi við almennu sáttmálarnar og hægri oljuprísi.

Strandferðslan hevur roknað út, at framyvir skulu hvørt ár 2,5 milliónir krónur fleiri brúkast til havnagjøld og 3,5 milliónir til hægri lønir.

Haraftuat skulu nýggjar íløgur gerast í skip framyvir. Hesar íløgur verða játtaðar á serligari konto á fíggjarlógini, men tað merkir, at kundarnar fáa betri skip, og tí er tað rímuligt at krevja hægri prís fyri flutning, heldur strandferðslustjórin.

Men hóast Strandferðslan ynskir at hækka prísirnar, verða tað ikki tey, sum taka avgerðina um tað. Tann avgerðin skal takast í vinnumálastýrinum.

Men Strandferðslan hevur vent sær til vinnumálastýrið, og heitt á tey um at justera ávísar prísirnar við tí í hyggju, at útvega Strandferðsluni fleiri inntøkur.

? Tað ein politisk avgerð, um vit skulu útvega okkum fleiri pengar sjálvi, ella um tað almenna skal veita okkum størri játtan, sigur Reidar Nónfjall.


Hugsa eisini um kundarnar

Strandferðslustjórin heldur, at tíðin er búgvin til at endurskoða prísirnar hjá Standferðsluni.

? Kostnaðarstøðið hækkar alsamt, og tað verður dýrari hjá okkum at reka Strandferðsluna, tí haldi eg, at nógv talar fyri, at vit skulu hækka onkrar prísir, sigur hann.

Ein møguleiki er flutningurin av akførum um føroysku firðirnar.

? Vit vita væl, at tað ræður um at hava ein prís, sum okkara kundar kunnu liva við, men vit skulu eisini syrgja fyri, at fáa pengar inn til at reka okkara farleiðir, og tá útreiðslurnar støðugt vaksa, so mugu eisini fleiri inntøkur til.

Reidar Nónfjall vísur á, at føroyski marknaðurin er so avmarkaður, at tað er avmarkað, hvussu nógvar fleiri kundar strandferðslan kann fáa. Tí eru tað ikki stórir møguleikar í at vaksa nakað serligt um inntøkurnar gjøgnum fleiri kundar.

Strandferðslan fekk í 1998 ein samlaða játtan upp á góðar 51 milliónir krónur frá landskassanum.