Føroya Skipara- og Navigatørfelag fer mánadagin í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag, men hetta merkir kortini ikki, at Oyggjaleiðir verða lagdar heilt lamnar.
- Sambært sáttmálanum hava vit rætt til ein túr um dagin á hvørjari rutu, hóast verkfall er, sigur Heri Norðberg, samferðsluleiðari á Strandfaraskipum Landsins.
Hetta merkir, at á teimum rutunum, har fáir túrar eru, rúka allarhelst allir uttan ein, men hann vónar, at onkur avtala kann gerast við fakfelagið um millum annað Sandoyarsiglingina.
- Á rutunum, har skipini sigla nærmast pendulfart fer tað uttan iva at merkjast, sigur hann.
Ferðaætlanin hjá Smyrli er longu skerd mánadagin í samband við, at umvælingararbeiði skal gerast umborð. Eftir ætlan skal Smyril tí einans sigla tveir túrar mánadagin, men Heri Norðberg veit ikki, hvussu verður við øðrum teirra.
- Eg havi ikki sjálvur fingið nakra fráboðan frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag enn, so vit hava ikki havt møguleika at tosa saman ella lagt ætlanir fyri, hvussu vit loysa siglingina mánadagin enn. Tað verður tó greitt seinni í dag, sigur Heri Norðberg.










