Strandferðslan veit av ongum

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni veit einki um málið um at P-økið við ferjuleguna í Vestmanna skal leigast út

? Eg havi als ikki hoyrt um hatta málið fyrr, og tískil kann eg ikki gera nakra viðmerking til tað, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á SL, ið dagliga nýtir økið í sambandi við fólka- og farmaflutining teirra. Hann heldur, at hetta málið er eitt álvarsmál, og tí mugu vinnumálastýrið og landsstýrismaðurin í samferðslumálum taka sær av tí.

Tíverri eydnaðist tað ikki Sosialinum at fáa nakra viðmerking frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í samferðslumálum. Hesin sat á fundi allan dagin í gjár.