Strandferðslan tveitir við runu

Gevist við at spæla smádreingir á Tvøroyri, vatnið í Skopun er avgjørt ikki tykkara størsti trupulleiki, sigur Gerhard Lognberg

Gerhard Lognberg vil ikki hava sitandi á sær, at vatnið í Skopun er skitið.

 

Millum grundgevingarnar frá Strandfararskipum Landsins fyri, hví Teistin nú hevur ilt við at halda seg til ferðaætlanina er, at vatnið í Skopun ikki er nóg reint og tí má Teistin bunkra vatn, tá hann leggur at í Hestoy.

 

Sambært Strandferðsluni er tað Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum hevur kolldømt vatnveitingina í Skopun.

 

Hetta kennir borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, einki til.

- Eg kann upplýsa at vatnið í Skopun er sum flest aðrastaðni, sum oftast eru prøvar 100% reinir, sigur hann og vísir á, at Skopunar kommuna leggur allar vatnroyndir, sum verða tiknar, út á heimasíðuna Sandoyggin.fo .

 

Hann sigur seg ivast stórliga í, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal geva Strandferðsluni boð um, at vatnið er ov skitið, uttan at kunna Skopunar kommunu um málið.

 

- Gevist við at spæla smádreingir á Tvøroyri, vatnið í Skopun er avgjørt ikki tykkara størsti trupulleiki, sigur hann.

 

Gerhard Lognberg heldur, at ein loysn á trupulleikanum við rutuni um Skopunarfjørð kundi verið, at eitt skip afturat varð sett á liðini.

 

- Tað er strævið at ferðast til og frá Sandoy, og vit gleða okkum til tunnilin, men vit skulu eisini liva og mennast til tað tíð, sigur borgarstjórin í Skopun.