Strandferðslan tryggjað sær fólk

Ein nýggj loysn tryggjar, at Strandferðslan ikki stendur uttan fólk, tá stovnurin skal flyta Starvsfólkini á Strandferðsluni, sum ikki vilja flyta við stovninum til Suðuroyar, sleppa undan at siga upp, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Regin Vágadal, strandferðslustjóri, er komin til eina loysn, so starvsfólkini í staðin verða søgd upp frá 1. januar fyri síðani at fáa løn í upp til seks mánaðir, alt eftir starvstíðini. Siga tey upp sjálv, er uppsagnarfreistin bara ein mánaður.

Samstundis, sum tryggjað verður, at fólk ikki rýma áðrenn størvini eru mannað av nýggjum, hevur Strandferðslan gjørt seravtalur við nøkur starvsfólk, sum hava ynskt at farið áðrenn 1. januar. Tey arbeiða niðursetta tíð hjá Strandferðsluni, nú tey eru farin í annað starv, og gera tað fram til 1. januar, tá ið tey verða uppsøgd og fáa løn í uppsagnartíðini.