Strandferðslan stórt 100 ára hald

Í mai eru 100 ár, síðan landið yvirtók Smiril frá Mortensens-monnunum. Dagurin verður hildin í Saltsiloini á Drelnesi.

Í mai 2017 eru liðin 100 ár, síðan landið yvirtók Smiril frá Mortensens-monnunum. Hetta var byrjanin til Strandferðsluna, sum vit kenna hana í dag. Dagin fer Strandferðslan at hátíðarhalda í Saltsiloini á Drelnesi fríggjadagin 19. mai .

 

Hetta skrivar SSL á síni heimasíðu.

 

Á skránni verða framløgur, orðaskifti og framsýning um samferðsluna í Føroyum. Fyrri partur av tiltakinum er framløgur og kjak um støðuna á samferðsluøkinum og seinni partur er framsýning, tónleikur og hugleiðingar. Tá bjóðar Strandferðslan eisini lagkøku.

 

Hesi fara at leggja fram og kjakast: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, Hans Pauli Strøm, Hagstova Føroya, Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands, og Olga Biskopstø, Útoyggjafelagið.

 

Hugleiðingunum í sambandi við framsýningina fara Jóannes Eidesgaard og Robert McBirnie at standa fyri.

 

Hátíðarhaldið hjá Strandferðsluni verður fyrsta stóra tiltakið í Saltsiloini, sum er um at vera liðugt umbygd til mentanarhús. Strandferðslan hevur í sambandi við 100 ára dagin latið gera eitt nýtt 100 ára merki, sum fer at verða brúkt í næstum.