Prísirnir á Oyggjaleiðum fara 12 prosent upp, og færri túrar verða um vetrarnar, men henda lækkin í støði er nógv minni enn roknað varð við. Tá fíggjarlógaruppskotið 2010 kom fram, sá út til, at Strandferðslan skuldi spara 13 milliónir krónur.
Avleiðingin av hesum var at prísirnir á Oyggjaleiðum skuldu hækka 25 prosent og um veturin skuldu 34 túrar á ymsum leiðum skerjast um vikuna.
Men soleiðis verður ikki, tí í fíggjarlógarviðgerðini fingu Strandfaraskip Landsins 19,6 milliónir krónur afturat til flyta fólk og farm, umframt at rinda fyri, at Smyril í heyst skal í dokk.
Tí verður avleiðingin á Oyggjaleiðum, at prísurin fer 12 prosent upp, umframt hesar túrar færri:
Teistin 8 túrar færri um vikuna
Sam 10 túrar færri um vikuna
og Smyril missir tveir túrar um vikuna um veturin.
Hetta er sostatt ein munandi minni skerjing, enn upprunaliga var lagt út í kortið.