Strandferðslan hevur nú sett Spógvan til sølu. Spógvin er fyrrverandi Alpha Pilot, sum Strandferðslan keypti fyri tveimum árum síðani við tí endamáli at lata hann sigla ímillum Gomlurætt og Hest og Koltur.
Hann kostaði 400.000 krónur at keypa, men harafturat er nakað av pengum brúkt upp á at mála og pussa hann upp, og at gera hann snotiligan til ferðafólkasigling.
Hann fekk navnið, Spógvin, men tey hava ikki fingið stóra gleði av honum og nú verður hann so longu seldur aftur.
Strandferðslan sigur, Spógvin var í sigling til í mai í fjør og sostatt sigldi hann bara eitt ár. Og nú hvur hann so eisini ligið við bryggju í eitt ár, men fólk úr landi hava verið umborð við jøvnum millumbili og hava havt motorarnar ígongd.
Strandferðslan sigur, at Spógvin, sum er bygdur í 1974, verður seldur í tí standi sum hann er í, og minsta boðið, sum verður góðtikið, er 250.000 krónur.