Strandfer_slan og Nor_oyastevnan

Tríggjar ferjur hjá Strandfer_sluni lógu vi_ bryggju í Klaksvík Nor_oyastevnuaftan, me_an kappró_urin fór fram í oysandi regni og nógvum vindi

Klaksvík:
Strandfer_slan hev_i ilt vi_ at avgera, hvør bátur skuldi sigla úr Havnini til Klaksvíkar á Nor_oyastevnu, men ta_ enda_i so vi_ at ver_a Scania. Hon kom til Klaksvíkar leygarmorgunin um ellivutí_ina vi_ øllum ró_rarfólkunum, bátunum og stevnugestum annars.
Samstundis sigldu bæ_i Dúgvan og Ternan um Leirvíksfjør_, so ikki kann anna_ sigast enn, at Strandfer_slan rættiliga spíla_i seg út til at syrgja fyri, at flutningsmøguleikarnir til Klaksvíkar vóru gó_ir. Men Dúgvan sigldi ikki fullfermd um vikuskiftið, tí helmingurin av bjargingarútgerðini var umborð á Scaniu. Hetta hevði so við sær, at fríggjadagin, meðan Dúgvan einsamøll røkti flutningin um Leirvíksfjørð, var rættiligt kaos á Leirvíkskei. Nógvar bilar sluppu ikki við, hóast bildekkið ikki var fult, tí hægsta mark fyri ferðafólki var nátt.
Men kortini, so megna_i Strandfer_slan enn einafer_ at gera seg ópopulera_. Eftir kappró_urin er vanligt at steypahandan fer fram, og so var eisini hesu fer_. Ta_ dróg eitt sindur út, og klokkan mundi lí_a móti hálvgum sjey, á_renn hon byrja_i.
So me_an ró_rarfólki_ bí_a_i, fóru tey at koyra kappró_rarbátarnar umbor_ á Scaniu, og onnur stó_u og kroka_u umbor_, me_an tey bí_a_u eftir at steypahandanin skuldi fara í gongd. Og uppaftur onnur stó_u bara á keiini í øllum regninum og bí_a_u. Men so brádliga kom panikkur í tey, sum stó_u á keiini. " Hey!! Bí_a" hoyrdist onkur rópa. Tá sóu fólk, at rampin á Scaniu var veg upp, og tey, i_ stó_u á keiini blivu sjálvsagt kløkk, tí tey skuldu vi_ ferjuni. Onkur sást enntá leypa upp á rampan fyri at sleppa umbor_.
Ey_finn Rey_berg, stjóri í Nor_oya Sparikassa, sum skuldi handa steypini, gjørdi skjótt av og seg_i, at orsaka_ av, at Scania skuldi skunda sær avsta_, so leyp hann bara rø_una um og fór beinlei_is í gongd vi_ at handa steyp og hei_ursmerkir. Og ta_ gekk bara heilt skjótt fyri seg. Men av tí at onkur av ró_rarfólkunum vóru í holt vi_ at koyra teirra bát umbor_ á Scaniu, tá rampin fór upp, og tí ikki sluppu í land aftur, vóru tey ikki til sta_ar og kundu sostatt ikki taka ímóti teirra steypum ella hei_ursmerkjum sjálvi, tí rampin á Scaniu fór ikki ni_uraftur.
Steypahandanin mundi taka umlei_ tjúgu minuttir, so klokkan mundi vera farin beint av sjey, tá Ey_finn Rey_berg hev_i handa_ tey seinastu steypini og hei_ursmerkini. Og Scania lá framvegis. Tá so steypahandanin var av, fór rampin á Scaniu ni_ur aftur, og fólki_, sum var eftir á keiini slapp umbor_.
Men ikki fyrr enn klokkan tíggju minuttir í átta fór Scania, sum, tí at hon skuldi skunda sær avsta_, var orsøkin til, at steypahandanin í Klaksvík leygardagin fór fram í miklum skundi.