Strandferðslan boðar í dag frá, at nógvar avlýsingar eru.
Suðuroyarleiðin, Skúvoyarleiðin, Nólsoyarleiðin og Sandoyarleiðin eru ávirkað í dag, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.
Samstundis eru allir túrar hjá bygdaleiðum avlýstir í dag og í morgin.
Í skrivandi stund boðar Landsverk frá hørðum hvirlum. Á Høgareyni mátar Landsverk upp í 41 m/s. Á Norðadalsskarði upp í 43 m/s, og á Porkerishálsi eru 41 m/s.
Les meira á landsverk.fo. Annars kunngerð Landsverk í dag eina nýggja app, har til ber at fylgja við veðrinum. Hon eitur Landsverk og fæst nú til snildtelefonir.