Strandferðslan má venda hvørjum oyra

Við teimum oljuprísum, sum eru í dag, kann Strandferðslan skjótt fáa trupulleikar við at halda játtanina næsta ár. Tað staðfestir Bogi Mortensen, stjóri.

Eftir at fíggjarlógin fyri 2011 varð samtykt mikukvøldið, kappaðust tinglimir um at kunngerða, at skip, sum bunkra olju, sleppa undan eyka oljuavgjaldinum, sum verður sett í gildi á nýggjárinum.

Sostatt sleppur Strandferðslan eisini undan og politikarar hava verið nokk so altráðir eftir at fortelja, at hetta tryggjar, at Strandferðslan kann varðveita sama túratal og sama ferðaseðlaprís næsta ár, sum í ár.

Men tað er ikki vist, at veruleikin er heilt so ljósareyður.

Bogi Mortensen sigur, at skal tað hepnast, skal í hvussu so er ansast eftir hvørjum oyra-men tað ger Strandferðslan nú altíð, leggur hann afturat.

Men hóast hvør króna verður vend, er stjórin ikki vísur í, um tað fer at hepnast.

Tað, hann serliga stúrur fyri, er gongdin í oljuprísinum.

Strandferðslan er serstakliga viðbrekin mótvegis prísbroytingum á oljuni. Hvørja ferð, oljan dýrkar 10 oyru liturin, kostar tað Strandferðsluni eina millión í eykaútreiðslum, so tað skal ikki so nógv til at koppa lessinum.

Seinastu tíðina er oljan dýrkað nógv, og longu sum príslegan er nú, sær hann fyri sær, at tað gott kann verða tórført at halda játtanina við sama túratali og ferðaseðlaprísum, sum nú, sigur hann.

Men dýrkar oljan enn meiri, má Strandferðslan so taka støðu út frá tí, men hon kann kjótt koma í ta støðu, at tillagingr skulu til, tí flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at oljan fer at dýrka enn meir.

Talvan vísir gongdina í oljuprísinum í ár. Sum tað sæst, er prísurin hækkaður síðani í september.