Strandferðslan leggur ikki fót fyri Ovastevnu

Stjórin í Strandferðsluni heldur ikki, at stovnurin hevur sett fyriskiparunum av Ovastevnuni órímilig krøv ?Strandfaraskip Landsins hevur á hvørjum ári lagt nógva orku í fyri at fáa eina so góða loysn, sum til ber í sambandi við ovastevnu.?

Hetta stendur millum annað í einum skrivi frá Strandfaraskipum Landsins, sum er sent fjølmiðlum í sambandi við ein grein, sum stóð í blaðnum í gjár. Í greinini var ein samrøða við Jákup av Skarði, fyriskipara av ovastevnu, ið fýltist á vánaligu treytirnar, sum nólsoyingar fáa frá Strandfaraskipum Landsins.

Hesum vil stjórin í Strandfaraskipum Landsins, Regin Vágadal, ikki hava sitandi á sær, hóast hann í skrivinum váttar, at nólsoyingar mugu rinda 15.000 krónur fyri leigan av skipi allan vegin úr Klaksvík, umframt gjaldið á 20.000 krónur og hækkaðu ferðaseðlaprísirnar umborð á Rituni, sum fer at kosta hvørjum festivalgesti ein hundraðkrónuseðil.