Strandferðslan leggur fót fyri ovastevnu

Fyriskipararnir av ovastevnu eru stak ónøgdir við Strandferðsluna. Orsøkin er tann órímiliga høgi prísurin, sum Strandferðslan hevur sett fyri at leiga Sam ella Ternuna. Av tí at Ritan ikki loyvir bilflutning, er sera nógv baks av at flyta og landa alla fragtina, so sum ljós- og ljóðútgerð, ið kemur úr Havnini til oynna. Tí varð semja gjørd við Strandferðsluna um at leiga antin Ternuna ella Sam.

- Tað kostar 2.500 kr. at leiga Ternuna ella Sam um tíman. Og tað er eisini í lagi, men nú vísir tað seg, at vit skulu leiga bátin allan vegin úr Klaksvík. Tað tekur 6 tímar og kostar sostatt 15.000 krónur. Tað hava vit ikki ráð til, sigur Jákup av Skarði, formaður í stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy millum annað í samrøðu við Sosialin í kvøld.

Finnur Jensen