Nú skulu ferðafólk hava at vita í góðari tíð, nær Smyril noyðist at broyta ferðaætlanina fyri at bunkra olju.
Mikudagin varð funnist at Strandferðsluni fyri at hon legði ein túr burtur ímillum, tí at Smyril skuldi inn á Sund at bunkra olju.
Ein avleiðing av tí var, at yvir 100 fólk hjá nærverkinum máttu avlýsa ítróttardagin, sum ætlanin var at hava í Hvalba.
Men Strandferðslan ætlar ikki, at hetta skal endurtaka seg.
Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at tey fara nú at gera ein kalendara, so at øll vita í góðari tí, nær ferðaætlanin verður broytt av tí, at Smyril bunkrar olju.
Hann leggur afturat, at fyri at órógva sum minst, fer bunkringin hereftir eisini at verða flutt frá mikudegi, tá ið Smyril siglir tríggjar túrar, til týsdag, tá ið bara tveir túrar eru.
Eftir hesum slepst undan av avlýsa nakran túr, tí tá er nokk at flyta eina fráferð úr Havn nakað.
Men tey neyðugu fyrivarnini mugu so altíð takast veðri og vindi.
Rakstrarleiðarin sigur, at hetta verður gjørt fyri at órógva ferðavinnuna, aðra vinnu og ferðafólk annars, sum minst.
Støðan er tann, at Smyril siglur so nógv, at tað ber ikki til at bunkra olju uttan at órógva ferðaætlanina.
Sum nú er, er tað bara á Sundi, at Smyril kann bunkra, tí hann brúka tungolju.
Strandferðslan hevur sáttmála við Magn um at veita olju til Smyril. Men oljan verður goymd í tangunum hjá SEV inni á Sundi og tí noyðist Smyril hagar at bunkra.
Tríggjar og fýra vikur
Tað tekur góðar tríggjar tímar at bunkra og so kann Smyril sigla tríggjar ella fýra vikur.
- Um summarið kunnu fýra vikur verða ímillum hvørja bunkring. Men tá er so lítið eftir í tangunum, at um veturin er ikki ráðiligt at hava meiri enn tríggjar vikur ímillum hvørja bunkring, sigur rakstrarleiðarin.
Hann sigur, at tað kann vera so nógvur súður á Sundi, at bunkring kann verða útsett fyri veður og tí má Smyril altíð hava so mikið av olju í tangunum til at hann kann sigla eina viku ella tvær, eyka.
Men hví bunkra tit ikki um náttina fyri at sleppa undan at órógva ferðaætlanina?
- Tað er tí, at so koma vit í stríð við hvíldarreglarnar hjá manningini. Skulu vit bunkra um náttina, skulu vit sostatt hava eykamanning. Tað er bæði dýrt og tvørligt, tí talan skal vera um manning, sum av trygdarávum kennir skipið og umstøðurnar umborð rættiliga væl av fyri at forða fyri mistøkum og óhappum undir bunkring.
Les eisini greinina: Oljan til Smyril bjóðast út.









