Strandferðslan herðir treytirnar til ferðafólk – enn einaferð

Loyvið til at verða á biladekkinum undir sigling, verða skerpað

Strandferðslan hevur aftur nú hert treytirnar til ferðafólk, sum eru við skipunum.

Í morgun boðaði Strandferðslan frá, at bæði Sam og Smyril kundu hava ferðafólk í bilum á biladekkinum undir sigling.

Men síðani eru hesar treytirnar aftur herdar, tí nú er tað greitt, at umborð á Sam er tað ikki loyvt yvirhøvur at verða í bilum á biladekkinum undir sigling.

Og umborð á Smyrli, er tað bara í heilt serligum føri, at tað er loyvt at lata upp til 25 ferðafólk sitandi í bilinum á túrinum ímillum Havnina og Krambatanga.

Strandferðslan tað kann vera í førum, har tað verður mett at vera neyðugt fyri at verja manningina, ella onnur ferðafólk ímóti at verða smittað.

Sostatt eru treytirnar nú, at Teistin hevur loyvi at taka 80 ferðafólk, Ternan hevur loyvi til at føra 50 ferðafólk, Sam hevur loyvi til at hava 45 ferðafólk við, Ritan tekur nú 35 ferðafólk, Sildberin tekur nú 10 ferðafólk, og við minsta skipinum, Spógvanum, sleppa bara fýra ferðafólk við fyribils.

Og so kann Smyril føra 100 ferðafólk í salongunum, men har afturat kunnu í mesta lagi 25 ferðafólk sita í bilinum á biladekkinum undir sigling – men tað er altso bara loyvt, tá ið tað er neyðugt fyri at verja manning, ella onnur ferðafólk, ímóti at verða smittað.