Eftir drúgva fyrireiking og samráðingar aftur og fram eydnaðist loksins Strandferðsluni at gera avtalu við privatar um koyringina hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni.
Avtala er gjørd við Sp/f Suðuroyar Bygdaleiðir um at røkja koyringina í allari oynni. Hetta hóast koyringin varð boðin út í tveimum, í norðara og sunnara parti av Suðuroynni. Strandferðslan fekk fýra tilboð uppá koyringina í norðara partin og trý tilboð uppá koyringina í sunnara parti av oynni. Strandferðslan valdi síðan at taka upp realitetsssamráðingar við Sp/f Suðuroyar Bygdaleiðir um koyring í báðum økjum, og samráðingarnar endaðu við at partarnir undirskrivaðu avtalu fyri koyring í allari oynni, galdandi frá 1.januar 2003 til 1.januar 2008. Sáttmálin ljóðar uppá 4,2 milliónir krónur uttan MVG.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, er væl nøgdur við at tað loksins eydnaðist at fáa koyringina í Suðuroynni í fasta legu. Koyringin hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni varð upprunaliga bjóðað út saman við hinum leiðunum, tá tær vóru bjóðaðar út og tilboð komu inn fyri góðum ári síðan, men síðan hava ymsir trupulleikar stungið seg upp í samband við útbjóðingina í Suðuroynni.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tey valdu at taka av tilboðnum frá Sp/f Suðuroyar Bygdaleiðir, tí mett var, at teirra tilboð lá tættast krøvunum í útbjóðingartilfarinum. Í útjóðingartilfarinum er, umframt prísin, dentur lagdur á dygd og aldur á bussunum, ið ætlanin er at nýta til farleiðirnar, tænastustøði og annars hvønn førleika og hvørjar royndir innan almenna samferðslu, tey hava, ið bjóða seg fram.
Bara flogleiðin eftir
Nú sáttmáli er undirskrivaður við privatar um koyringina hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni, er bara flogleiðin millum Havnina og flogvøllin eftir at bjóða út. Tá koyringin hjá Bygdaleiðum varð boðin út í fjør, valdi Strandferðslan at bíða við at bjóða flogleiðina út. Og eftir øllum at døma ætlar Strandferðslan at bíða nakað afturat.
- Eg meti, at flogleiðin verður boðin út í summar ella tíðliga í heyst, sigur Reidar Nónfjall. Sjálvur er hann í hesum døgum við at rigga av sum stjóri á Strandferðsluni, og tískil verður tað ikki hann, sum kemur at hava ábyrgdina av eini komandi útbjóðing av farleiðini hjá Bygdaleiðum millum høvuðsstaðin og flogvøllin.
Reidar Nónfjall vísir á, at nú fasta sambandið undir Vestmannasund er veruleiki, heldur hann tað vera skilabest at Strandferðslan ger sær nakrar royndir av, hvat grundarlag er undir flogleiðini, nú koyrandi er vestur í Vágar, áðrenn leiðin verður boðin út. Hetta metir hann vera rættast, bæði fyri Strandferðsluna og fyri tey, ið kundu hugsað sær at bjóða uppá koyringina.
Tá undirsjóvartunnilin varð tikin í nýtslu, fór Strandferðslan undir eina nýggja flogleið millum flogvøllin og Eysturoynna. Henda leið kann roknast sum ein víðkan av leið 400. Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan hevur gjørt avtalu við tey, ið røkja leið 400, um eisini at taka sær av flogleiðini inn í Eysturoynna.