Í morgun hevur Strandferðslan gjørt broytingar á trimum farleiðum.
Teistin er farin á beding og er tí tikin úr sigling næstu tríggjar vikurnar. Ternan fer at røkja siglingina hjá Teistanum millum Gomlurætt og Skopun hesa tíðina fram til 12. juni.
Avloysari á Nólsoyarleiðini verður tvíkiljan Issehoved, sum eisini fer at taka sær av siglingin millum Gomlurætt og Hest.
Sam, sum røkir Kalsoyarleiðina, fer týsdag og hósdag at gera farmatúr millum Havnina og Nólsoy hvønn týsdag og hósdag.