Eftir at Miðlahúsið fyrr í dag kundi upplýsa, at Strandferðslan hevur røkt farleiðina um Kalsoyarfjørð við skipi, ið ikki hevur neyðuga loyvið at flyta ferðafólk millum oyggjar, hevur stovnurin nú sett eitt nýtt skip, hesaferð við neyðugum loyvum, at røkja ferðafólkaflutningin.
Á heimasíðuni verður nevniliga upplýst, at tað nú er Silja Star, ið røkir farleiðina millum Klaksvík og Kalsoy í dag og í morgin.
Les eisini: SSL: Vit eru í ferð við at kanna málið
Upprunaliga bleiv upplýst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, at tað var Alpha Pilot, ið røkti farleiðina, meðan tað í veruleikanum var Tjørnunes, ið flutti ferðafólk um Kalsoyarfjørð.
Tað ger tó ikki tann stóra munin, tí tá Miðlahúsið vendi sær til Sjóvinnustýrið varð upplýst, at hvørki Tjørnunes ella Alpha Pilot hava loyvi at flyta ferðafólk, og góvu teir Strandferðsluni boð um, at siglingin mátti steðga alt fyri eitt.
Les eisini: Sjóvinnustýrið steðgar strandfaraskipum
Neyðugt er við avloysaraskipi á farleiðini, tí at Sam er til umvælingar.










