Samgongan er í ferð við eina kollveltandi og slóðbrótandi ætlan. Og tað er at flyta alla umsitingina hjá Strandferðsluni til Suðuroyar Øll umsitingin hjá Strandferðsluni skal nú flytast til Suðuroyar.
Tað hevur samgongan avgjørt.
Tað er ómøguligt at fáa nakran at siga nakað alment um ætlanina, men Portalurin veit, at Samgongan ætlar at flyta alla høvuðsumsitingina hjá Strandferðsluni til Suðuroyar.
Talan er um eini 20 almenn starvsfólk, sum soleiðis verða flutt úr høvuðsstaðnum út í útjaðaran.
Tað hevur ofta verið tosað um at flyta almennar stovnar út á bygd, men tað hevur verið smátt við úrslitum.
Annars setti Tórbjørn Jacobsen rættiligt hol í sjógvin, tá ið hann avgjørdi, at Heilsuskúlin skuldi leggjast í Suðuroy.
Men tað var ein nýggjur stovnur, og tað skapti sanniliga eisini øsing, tí tað stóðst rættiligt politiskt rumbul av hesum.
Somuleiðis flutti Jørgen Niclasen Skipaeftirlitið vestur í Vágar, tá ið tað varð yvirtikið, men eisini tá vóru mótmæli at hoyra.
Staðfestast má kortini, at í báðum hesum førum, tagnaðu mótmælini skjótt.
Men so vítt vit minnast er hetta fyrstu ferð í søguni, at ein heilur stovnur, sum er so stórur, og sum hevur verið í Havn í mannaminni, verður fluttur út í útjaðaran.
Og tað verður spennandi at vita, hvussu politikarar og almenningurin fara at taka ímóti hesi ætlanini.
Strandferðslan hevur annars ofta verið nevndur sum ein stovnur, ið tað ber væl til at flýta úr Havnini, serliga nú undirsjóvartunlarnir gera, at uppgávan hjá stovninum broytist, tí skipini fækka. Og nógv størsta skipið hjá Strandferðsluni er nettupp Smyril, ið siglir til og úr Suðuroy.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum hevur onga viðmerking yvirhøvur.
Tað einasta, hann sigur, er, at Strandferðslan er á skrá fyri landsstýrisfundin í morgin, týsmorgunin. Stjórin á Strandferðsluni Niels Juel Arge, sigur, at hetta kennir hann einki til. Og heldur ikki løgmaður hevur nakrar viðmerkingar.