Strandferðslan hevði eina góða millión í halli, tá rakstrarárið 2012 bleiv gjørt upp.
Tað skrivar Vágaportalurin í dag.
Tvær av høvuðsorsøkunum eru, at oljan er vorðin dýrari, og umvæling av skipum sum hava fingið skaða.
Oljukostnaðurin vaks úr 44,7 upp í 54,9 mió, og SSL fekk 12,3 mió í eykajáttan til olju í fjør.









