Strandferðslan bjóðar koyring út av nýggjum

Koyringin hjá Bygdaleiðum í Suðuroy og Sandoy er nú boðin út av nýggjum

Strandfaraskip Landsins hava nú boðið koyringina hjá Bygdaleiðum í Sandoynni og Suðuroynni út av nýggjum.

Fyrr í ár hevði Strandferðslan útbjóðing av øllum leiðum hjá Bygdaleiðum fyri næstu sjey árini. Útbjóðingin var í sonevndum pakkum, sum umfataði fleiri leiðir í sama øki.

Tá ið boðini vóru komin inn, vildi Strandferðslan ikki taka av nøkrum tilboði fyri pakka 4, sum er Sandoyggin, og pakka 5, sum er Suðuroyggin.

Tað komu tvey boð upp á koyring á Sandoynni, men Strandferðslan helt, at ein ávís óvissa var um innkomnu boðini í mun til samlaða ferðaætlanartímatalið í útbjóðingartilfarinum, og tað hevði við sær, at neyv samanbering kundi ikki gerast av boðunum.

Tað kom bara eitt boð upp á koyring í Suðuroynni. Tímaprísurin í boðnum upp á hesa koyring var munandi hægri samanborið við boðini í hinum pakkunum, og tí vildi Strandferðslan ikki taka av boðnum.

Nú verða sonevndu pakki 4 og pakki 5 bodnir út av nýggjum. Boð upp á hesa koyring skal verða Strandferðsluni í hendi í seinasta lagi á middegi 15. august.