Tað er aftur kolandi stormur í dag. Hann er sunnan og landsynningur, og onkustaðni er veðurmátarin hjá Landsverkið farin upp um 40 metrar um sekundið, og nógvastaðni liggur hann ímillum 20 og 30 metrar um sekundið.
Og tað ávirkar siglingina hjá Strandferðsluni, tí hon boðar nú frá, at fyri veður er ongin sigling í Skúgvoy og í Fugloy í dag.
Annars er ikki boðað frá broytingum. Sunnan er ringasta ætt á flogvøllinum í Vágum men tað er ikki so nógvur vindur á flogvøllinum og higartil hevur flogferðslan gingið sum ætlað. Tvey flogfør eru farin í dag og tvey eru lend, og Atlantsflog hevur heldur ongar fráboðan um at ólag er á flogferðsluni.