Strandferðslan av Eystaru bryggju

Við nýggju Norrønu á Eystaru bryggju í Havn, verður ikki pláss fyri Farmaleiðum hjá Strandferðsluni. Væntandi noyðast farmaleiðir at flyta niðan á Hjalla. Hetta er sera óheppið, sigur Heini á Borg, farmaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni

UMSKIPAN

Komandi ár byrjar nýggja Norrøna at sigla. Hetta fer at merkjast og síggjast. Ongastaðni meira enn hjá Tórshavnar havn.
Nýggja Norrøna kann taka fleiri enn áttahundrað bilar. Sostatt mugu tey klóku høvdini hjá Tórshavnar havn til at finna útav, hvussu verður við øllum teimum mongu bilunum, sum skulu framvið Eystaru bryggju, áðrenn teir verða lovaðir umborð nýggjastu útgávuna av Norrønu.
Millum fylgjurnar er, at bygningurin, har Farmaleiðir halda til, verður rivin niður. Tað er saman bygningur, sum Farstøðin eisini húsast í, men hesin parturin av bygninginum verður verandi órørdur. Tað merkir so, at tann parturin av bygninginum, sum verður nýttur til transithøll verður mestsum óbroyttur og fer at verða nýttur stórt sæð sum nú.

1300 m2
Økið, sum Farmaleiðir hava á Eystaru bryggju, er 1.300 fermetrar til støddar. Heini á Borg, farmaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni, kallar ætlaða stigið fyri sera óheppið fyri teir.
Strandferðslan og Farmaleiðir hava virkað á Eystaru bryggju í nógv ár, men nú sær tað altso út til, at tann tíðin er farin.
Strandferðslan er uppsøgd til hálvan desember, tá teir skulu vera úti úr bygninginum. Farmaleiðir, ið nýta teir 1.300 fermetrarnar, er partur av Strandferðsluni, men hevur serskildan roknskap fyri seg. Farmaleiðir taka sær av flutningi innanoyggja hjá Starndferðsluni. Sambært Heina á Borg so javnvigar roknskapurin hjá felagnum í løtuni, og teir eru ikki í beinleiðis kapping við nakran.
Heini á Borg sigur, at teir hava gjørt íløgur fyri einar tvær milliónir í bygningin hjá Farmaleiðum. Leigumálið við Tórshavnar havn er tó fyri fleiri ár fram. Heini á Borg roknar í hesum sambandi við, at teir fáa eitt ávíst endurgjald útgoldið frá Tórshavnar havn.

Á Hjalla
Í staðin fyri hølini við Farstøðini hevur Strandferðslan fingið innivist í gamla pakkhúsinum hjá Eimskip. Talan er tó um eitt munandi minni øki. 460 fermetrar verða tøkir hjá Farmaleiðum at nýta, men hetta verður bert í eitt avmarkað tíðarskeið.
?Vit hava fingið at vita, at vit kunnu bert nýta tey hølini til endan av 2003, og eftir hetta hava vit ongastaðni at vera á Eystaru bryggju. Eisini noyðast vit at gera íløgur í hesi høli, og vit hava ongar pengar sett av til endamálið, sigur Heini á Borg.
Hin partin av bygninginum skal Smyril Line nýta. Eftir 2003 er mest sannlíkt, sambært havnafútanum, at Smyril fer at nýta allan tann bygningin, t.e. eisini tann partin, ið Farmaleiðir hava fingið ávíst sum er.
Eftir 2003 er tað væl hugsandi, at Farmaleiðir fara at halda til á Sandvíkarhjalla í Havn. Økið verður sum nú nýtt til ídnaðarøkið, og Tórshavnar býráð hevur samtykt at gera fleiri og umfatandi útstykkingar til ídnaðin.
?Tað ber til hjá okkum at broyta mynstrið, soleiðis at vit kunnu halda til á Hjalla, sigur Heini á Borg.
Hann vísir á, at teir flestu eindirnar hjá teimum eru mobilar, soleiðis at tað kann ber til at virka á Hjalla, men hann vildi nú heldur hildið til á Eystaru bryggju. Sjálvur heldur hann eisini ikki, at allar súðir eru syftar enn.
?Vit mugu royna at tingast við myndugleikarnar, sigur Heini á Borg.

Umskipast
Jónsvein Lamhauge, havnarfúti hjá Tórshavnar havn, sigur, at alt hetta við at ríva bygningin niður og flyta Strandferðsluna er partur av einari umskipanarætlan, sum skal setast í verk fyri betri at kunna hýsa øllum ? eisini nýggju Norrønu og nýggja Smyrli.
?Vit høvdu sera fegin viljað hýst teimum, um vit høvdu plássið, sigur Jónsvein Lamhauge, tá spurt verður, um viðferðin móti Strandferðsluni og Farmaleiðum kann tykjast órættvís.
?Vit verða noyddir at raðfesta, og vit meta, at Farmaleiðir kunnu klára seg við at halda til aðrastaðni, sigur Jónsvein Lamhauge.
Málið hevur, sambært Jónsveini, verið fyri í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð, og har er semja um at fremja ætlaðu umskipaninar.
Eftir ætlan verður alt økið vestanfyri verandi pakkhús hjá Eimskip og Skipafelagnum bert nýtt til ferðafólk í framtíðini.
Tað var í 1991, at bygningurin, sum nú hýsir Farmaleiðum og Farstøðini, byrjaði at hýsa sínum núverandi endamálið. Sum sagt verður ein stórur partur rivin niður fyri at skapa meira pláss. Í framtíðini koma bussarnir og fólk, ið skulu setast av við farstøðina, at steðga eystanfyri bygningin ? heldur enn vestanfyri sum nú. Hetta ger, at munandi meira pláss verður fyri bilum til skipini. 250 pláss verða eftir ætlan á bryggjuni til bilar. Hetta eru eini hundrað fleiri enn í dag, men framvegis eini sekshundrað færri enn Norrøna kann taka umborð. Á myndunum á síðuni sæst, hvussu ætlaða umskipan verða framd í verki.
Í framtíðini verður eisini eitt pláss í bygninginum til farm. Talan verður um 250 fermetrar, sum Farmaleiðir fáa møguleikan at leiga, sigur Jónsvein Lamhauge.
Økta plássið til bilarnar, ið skulu við skipunum, gevur eisini størri rúm til avgreiðslu (check-in), soleiðis at gongur skjótari, tá skipini skulu lastast við bilum. Spurdur, um hetta nú er nóg mikið av plássi, svarar Jónsvein Lamhauge, at tað er ringt at siga, hvat er nóg mikið.