Nú skal ein loysn fáast á trupulleikanum, at siglingin hjá Strandferðsluni verður løgd lamin, tá ið verkfall ella verkbann eru.
Tað tvíheldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum um á Ungdómstinginum í gjár.
Tá ið næmingarnir fingu høvi at seta landsstýrisfólkunum spurningar, var tað ein ungdómstinglimur, sum vildi hava at vita, hvat hann ætlaði at gera við hetta vandamál, sum rakar bæði vinnu, ferðavinnu og áhugan at búsetast kring landið.
Johan Dahl staðfesti enn einaferð, at verður strandferðslan hótt av verkfalli, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum áleggur skipunum at sigla.
Kortini vísir hann á, at nú friður verður aftur á arbeiðsmarknaðinum, væntar hann, at Jørgen Niclasen, sum hevur hetta málið um hendi, fer at taka samráðingar upp við fakfeløgini.
Men eydnast tað ikki, fer hann at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at áleggja Strandferðsluni at sigla, skuldi tað aftur komið hartil, at siglingin verður hótt at ósemju á arbeiðsmarknaðinum.
Annars