Strandfaraskip høvdu hall

Ein lítil millión í halli. Soleiðis sá botnlinjan hjá Strandfaraskipum Landins út, tá farna roknskaparár var komið at enda. Hóast Vinnumálastýrið álegði fyritøkuni ikki at fara út um játtanina, eru Strandfaraskip Landins nøgd við úrslitið

Orsakað av at útreiðslurnar til viðlíkahald gjørdist størri enn mett varð, kláraði Strandferðslan ikki at halda seg innan fyri játtanina fyri 1999. Ístaðin bleiv úrslitið eitt minni hall á 775.000 krónur.

Hetta stendur at lesa í ársroknskapinum hjá Strandfaraskipum Landsins fyri árið 1999.

Fyritøkan gjørdist í november í fjør varug við at eitt hall var í væntu, og boðaði beinanvegin Vinnumálastýrinum frá hesum. Seinni heitti fyritøkan so á umsitingina um at kanna hvussu útlitini vóru fyri eini eykajáttan, ið kundi fáa rakstrarætlanina at javnviga.

Svarið var at eykajáttan ikki fór at verða givin.

Vinnumálastýrið heitti í desmeber á Strandfaraskip Landsins um at fremja sparingar, soleiðis at fyritøkan helt seg innan fyri játtanina, men fyritøkan sá seg ikki føra fyri at fremja munandi sparingar, uttan at tað gekk hart útyvir tænastustøðið.

Tí endaði árið hjá Strandfaraskipum Landsins við 775.000 kr. minus á botnlinjuni. Hetta metir fyritøkan sjálv vera eitt nøktandi úrslit, sæð í mun til umstøðurnar. Her verður serliga sipað til gamla skipaflotan hjá fyritøkuni, ið tíðum krevur størri ábøtur enn væntað.