Stranderðslan í trongum skóm

SKERJING Játtanin til Strandferðsluna verður munandi skerd næsta ár

Játtanin til Strandferðsluna verður munandi skerd næsta ár.
Tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum samgongan nú hevur lagt fyri Løgtingið.
- Sum tað sær út í løtuni, verður játtanin til Strandferðsluna slakar átta milliónir minni enn í ár, staðfestir Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluna.
Men hvørja ávirkan hetta fer at fáa á ferðaætlanina og prísin á ferðaseðlum, er enn ov tíðliga at siga.
- Nú skulu neyvar útrokningar gerast og allar útreiðslurnar skulu gjøgnumgangast nágreiniliga, áðrenn vit fáa sagt nakað um tann spurningin, leggur hann afturat.
Men nú skal uppskotið til fíggjarlóg til viðgerðar í Løgtinginum og hvussu endaliga úrslitið verður, veldst sjálvandi um, hvat verður samtykt har.

7,7 milliónir
Í rundum tølum verður játtanin til Strandferðsluna 7,7 milliónir minni, enn hon er í ár, tá ið ein eykajáttan upp á 12,3 milliónir í ár, er tald við.
Í ár hevði Strandferðslan eina játtan upp á 135 milliónir, men næsta ár ætlar samgongan at játta Strandferðsluni 139 milliónir.
Sostatt verður játtanin fýra milliónir hægri næsta ár, enn hon er í ár.
Men í játtanini í ár er ein serlig játtan til umvælingar á Teistan upp á 3,5 milliónir, sum verður lagt afturat vanliga rakstrinum næsta ár.
- Sostatt verður játtanin til raksturin á Strandferðsluni tilsamans 7,5 milliónir hægri næsta ár, enn hon er í ár.
- Men í ár fær Strandferðslan eina eykajáttan upp á 12,3 milliónir. Harafturat koma nýgg altjóða krøv um hvílitíðir til sjófólk í gildi og tað fer at kosta Strandferðsluni 2,9 milliónir krónir.
- Verður tørvurin hjá Strandferðslini næsta ár roknaður eftir tørvinum í ár, skuldi Strandferðslan tískil fingið 15,2 meiri næsta ár, enn vit brúka í ár, sigur stjórin á Strandferðsluna.
- Men vit fáa 7,5 milliónir, og verður einans mett útfrá tørvinum í ár, kemur Strandferðslan sostatt at mangla 7,7 milliónir næsta ár, sigur stjórin á Strandferðsluni.

Nógv óvissa
Fortreytin fyri hesum er, at oljuprísurin, og allar aðrar útreiðslur, halda sær á tí stigi, tær eru beint nú.
- Eitt nú er tað ein spurningur, hvussu verður við lønarhækkingum.
Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at í løtuni verður samráðst ímillum Starvsmannafelagið og lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum um nýggjar sáttmala fyri manningarnar hjá Strandferðsluni og síðani í oktober í fjør hava samráðingar verið um sáttmála fyri navigatørararnar, men tær eru ikki lidnar enn. Men enda tær við lønarhækkingum, verða tær afturvirkandi frá 1. oktober í fjør.
Men so skal eisini leggjast afturat, at onkrar smærri játtanir til ábøtur, sum verið í vanliga rakstrinum í ár, verða lagdar í serliga játtan næsta ár.
Talan er um 3,5 milliónir.
Samstundis fellur eitt avgjald á tungolju burtur, og tað bøtir sjálvsagt eisini um støðuna.
Men Bogi Mortensen sigur, at alt hetta ger, at ógvuliga nágreiniligar útrokningar mugu gerast, hvussu hetta fer at ávirka siglingina og ferðaseðlaprísin.
- Eitt, sum verður sera avgerðandi, er, hvussu gongdin í oljuprísinum verður næsta ár.
Verður oljan dýrari enn hon er í dag, verður tað sjálvandi enn torførari hjá Strandferðsluni.
Hann leggur afturat, at sum oljuprísurin er í dag, kostar ein túrur við Smyrli aftur og fram um Suðuroyarfjørð einar 2,6 milliónur krónur.


Túratalið skerjast
Tað er ongin ivi um, at Strandferðslan noyðist at skerja siglingina næsta ár.
Tað ivast Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin ikki í.
Í løgtinginum hevur hann spurt Bárð Nielsen, formann í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, um hann kundi liva við, at túratalið verður skert.
Men hetta vildi Bárður Nielsen ikki taka støðu til, men hann væntaði, at kemur tað hartil, verður spurningurin tikin upp tá.
Hann fer eisini at taka spurningin um tænastustøðið til allar partar í landinum upp, nú fíggjarlógin fyri næsta ár kemur til viðgerðar.
Annars ásannar samgongan, at tað er stór óvissa um oljuprísirnar. Hækkar oljuprísurin eina krónu fyri liturin, kann talan gerast um eina eykaútreiðslu hjá Strandferðsluni upp á 10 milliónir krónur og tað hevur samgongan ikki lagt upp fyri.
Í Fíggjarlógini hevur samgongan heldur ikki lagt upp fyri, at kostnaðurin av at hava gomul skip í sigling veksur ár fyri ár.
- Fyri at kunna halda játtanina kann tað sostatt verða neyðugt at skerja túratalið hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum, ella at hækka prísirnir á ferðaseðlum, ella kanska bæði tvey, ásannar samgongan.

Ein bumba
Annars liggur ein bumba upp á góðar 20 milliónir undir Strandferðsluni.
Tað kemur av, at Tvøroyrar Kommuna hevur stevnt Strandferðsluna eftir havnargjaldi, aftur til 23. desember 2004, fyri siglingina hjá Smyrli á Tvøroyarar havn, tá ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk.
Føroya Rættur gav Tvøroyrar Kommunu viðhald.
Strandferðslan kærdi málið til landsrættin, sum gav Strandferðsluni viðhald í, at hon skuldi ikki rinda havnargjald.
Men síðani hevur Tvøroyrar Kommunu gjørt av at fara í Hægstarætt við málinum.
Men skuldi Tvøroyrar Kommuna eisini fingið viðhald í Hægstarætti, noyðist Strandferðslan at gjalda, men samgongan hevur ikki sett nakað av á fíggjarlógini til tað endamálið.

10milliónir
Hvørja ferð oljan dýrkar eina krónu fyri liturin, kostar tað Strandferðsluni 10 milliónir krónur í eykaútreiðslum.
Tað upplýsir samgongan, nú hon hevur lagt uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár, fyri Løgtingið.
Annars sigur samgongan í fíggjarlógini, at endamálið við at hækka játtanina er nettupp leggja upp fyri, at oljan dýrkar.
Somuleiðis er lagt upp fyri, at nýggjar reglur um hvílitíð hjá manningunum føra við sær eina eyka útreiðslu upp á 2,9 millión.
Kortini ásannar samgongan, at tað er stór óvissa um oljuprísirnar.
- Hækkar oljuprísurin eina krónu fyri liturin, kann talan gerast um eina eykaútreiðslu hjá Strandferðsluni upp á 10 milliónir krónur, sigur samgongan.
Í Fíggjarlógini hevur samgongan heldur ikki lagt upp fyri, at kostnaðurin av at hava gomul skip í sigling veksur ár fyri ár.
- Fyri at kunna halda játtanina kann tað sostatt verða neyðugt at skerja túratalið hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum, ella at hækka prísirnir á ferðaseðlum, ella kanska bæði tvey, ásannar samgongan.