Aftur í ár verður skipað fyri strandarhondbólti, men hesuferð hýsir Sandagerð tiltakinum. Áður hevur Leynarsandur verið karmur um tiltakið.
Kappingin verður beint fyri ólavsøku, tann 26 juli. Fyriskipararnir siga, at tiltakið er rættað øllum - bæði royndum og óroyndum hondbóltsleikarum. Kappingin er skipað soleiðis, at til ber at leika í trimum ymsum bólkum - einum harrabólki, ein kvinnubólki og ein mix-bólki. Í mix-bólkinum ber tískil til at seta liðið við bæði konu- og mannfólkaleikarum, men tað er bert loyvi at hava tveir leikarar úr bestu deildini í hesum bólki.
Umframt strandarhondbólti, verður eisini skipað fyri matsølu.