Strandalondini ov stóra sildakvotu - Føroyar halda fast

Føroyar og hini strandalondini, ES, Ísland, Norra, og Russland, halda seg hava fingið ov lítið tillutað av norðhavssild næsta ár Orsøkin til mistakið er ein villa í framskrivingini av norðhavssild, sum ICES hevur brúkt í sínari ráðgeving fyri 2008.

Strandarlondini samdust í síðstu viku í London um eina heildarkvotu fyri 2008, sum er tilsmans 1,266 mió. tons. Avtalan byggir á ráðgeving frá ICES. Men roknifeilurin hjá ICES ger, at londini kundu fiskað 20 prosent meira, tað eru 252.000 tilsamans. Føroyar kundu sostatt fingið 13.003 tons afturat í sín part, ella tilsamans 78.329 tons í 2008.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur við Kringvarpið, at tað hevði verið gott at fingið afturat, tí svartkjaftakvotan er minkað nakað. Og á NEAF-fundi í næstu viku fara vit eisini at mæla til, at hetta verður kvotan. Tað er rættiliga umráðandi, at tey tølini, sum fyriliggja, eru røtt. Tað kundi eisini verið hin vegin, sigur landsstýrismaðurin.