Strandakvinnur yvirhálaðu Kyndiil

Við einum sigri á Kyndli leygardagin kom StÍF ájavnt við Kyndil í stigum á stigatalvuni í Sunset-kappingini, og av tí at strandakvinnur hava betur málmun, yvirhálaðu tær havnarliðið.
Í fyrra hálvleiki gekk tað annars rættuliga javnt á, og tað var Kyndil, sum var á odda við einum máli í steðginum.
Men í seinna hálvleiki tók StÍF sær um reiggj og vann ein tryggan sigur. Kyndil fekk bert tað eina málið fyrstu 18 minuttirnar av seinna hálvleiki, og hetta dugdi heimaliðið at gera sær dælt av.

StÍF-Kyndil 22-16(9-10)
StÍF: Rebekka Justinussen 7(1), Poula Olsen 5, Malan Petersen 5, Súnfríð B. Jacobsen 3, Rósa Johansen 1, Paula Høgnesen 1
Kyndil: Randi S. Wardum 6(1), Ann-Mari Wang 4(1), Hildur Høghamar 2, Linda Weihe 2, Kari-Ann Petersen 1, Ása Apol 1
Brotskøst: StÍF 3(1), Kyndil 3(2)
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 1
Dómarar: Hannis Wardum og Heri Petersen