Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk frá Sea Shepherd verið at sæð kring alt landið, har tey frá postum sínum hava roynt at hildið eyga við, um nøkur grind verður rikin inn á nakra hvalvág.
Fleiri eru tey, ið hava hug at gera gjøldur við hesum vaktarfólkunum, og eisini eru tey løgd undir at stjala við hond og fót. Eitt nú WC-pappír á Sandi og veikar øl í Nólsoy.
Hvør listarmaðurin (m/k) er, vita vit ikki, men íblásturin frá SS-arbeiðinum í Føroyum er sjónligur uppi á Hjalla, har ein ímyndaður Sea Shepherd-vaktur nú kann síggjast. Hesin hevur gjørt seg væl út, og hann hevur bæði WC-pappír, eina øl, samstundis sum hann hevur pípu við onkrum góðum í. Men møðin hevur eisini fingið fastatøkur á honum, og nú er tað bert beinagrindin, sum er eftir.
Fleiri myndir síggjast HER










