Ferðafólk, sum ætlaðu sær við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Billund á miðdegi danska tíð í dag, sita nú nipin eftir. Komin á flogvøllin fáa tey boð um, at flogfarið fer ikki úr Billund fyrr enn í morgin.
Sambært fólkum, ið hava vent sær til Miðlahúsið, er eingin frágreiðing komin frá flogfelagnum um, hví flogfarið er útsett. Fólk, ið eru komin á flogvøllin á Billund, hava fingið at vita, at flogfelagið hevur sent teimum ein teldupost um broytingina. Eyðsæð hava tó fleiri teirra ikki sæð teldupostin, og ónøgdin er stór um, at felagið ikki heldur hevur ringt til teirra við boðunum.
Enn hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Atlantsflog.










