Strandaðu í Fuglafirði á nátt

Fríggjakvøldið 16. novembur 2007 vóru vit nakrar gentur í aldrinum 15-19 ár úr Havn, ið fóru á konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Vit høvdu teknað okkum at koyra við bussi úr Havn til Fuglafjarðar og heimaftur – hildu vit. Tá vit spurdu busssjafførin, nær hann koyrdi heimaftur, svaraði hann, at hann koyrdi aftur til Havnar aftan á konsertina, men at hann ikki visti ikki heilt, nær hon var liðug

Vit fóru so glaðar til konsert og hugnaðu okkum óført, men um eitt tíðina, tá konsertin var liðug, og vit ætlaðu okkum heim, var eingin bussur at síggja nakrastaðni. Vit spurdu fyriskipararnar av konsertini, um tey vistu nakað um nakran buss til Havnar, men tað vistu tey ikki. Tey ringdu til sama mann, sum vit høvdu koyrt við – tað nummarið, ið stóð á plakatini fyri konsertina - men hann svaraði, at hann koyrdi ikki aftur til Havnar í kvøld.

Har stóðu vit so, nakrar gentur, sum skuldu til Havnar, við ongum farti heim. Hvat skuldu vit gera mitt á nátt í Fuglafirði við ongum, sum vit kendu í nánd at sova hjá? Vit vóru strandaðar!

Tíbetur var ein av vaktunum, ið skuldi til Havnar hetta sama kvøldið, so vit sluppu heim við honum (takk fyri túrin heim?), men vit eru tó samdar um, at tað er ótrúliga vánaligt og ótrygt, at ein ikki kann hava álti á, at bussurin koyrir heim aftur aftan á konsertina. Hvussu kunnu foreldur lata børn síni fara á konsertir o. a. av bygd, tá viðurskiftini eru so illa skipað? Vit fara í hvussu so er at hugsa okkum væl um, áðrenn vit fara av bygdini á konsert aftur, og tað er spell, tí henda konsertin í Mentunarhúsinum var í øllum førum rættiliga góð.

Vit eru ikki heilt vísar í, hvør hevur ábyrgdina av hesum, men í øllum førum má størri ábyrgd vísast, tá koyrt verður við ungum fólki.

 

 

Jóhanna Magnusardóttir, Sigrið Mikkjalsdóttir, Marin Búadóttir og Birita Danielsen.