Stranda Sjónleikarafelag við skemtileiki

Stranda Sjónleikarafelag bjóðar øllum til skemtileik í biosalinum í bygdahúsinum á Strondum, og frumframførsla verður í annaðkvøld

Skemtileikurin ber navnið "Mostir Charley", og er um tveir ungar menn, sum skulu fríggja til hvør sína gentu.

 

- Fyri at tryggja sær, at alt gongur siðiliga fyri seg, avgera teir, at hetta skal henda, tá mostirin, Charley, kemur á vitjan, men  uttan hennara vitan.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag, har tey skriva um leikin.

 

- Men, Mostir Charley er seinkað, og nú eru góð ráð dýr. Tá óvæntaðir gestir eisini koma á gátt, gerst støðan alsamt meira fløkjaslig - við misskiljingum og skemtiligum støðum.   

 

Skemtileikurin er skrivaður av Brandon Thomas í 1892, og hann er umsettur til føroyskt av Andriasi Justesen í 2001. Málburðurin er nútímansgjørdur til høvi. 

 

- Frumframførsla av leikinum verður í annaðkvøld, fríggjakvøldið hin 14. mars, og síðani eru fleiri sýningar settar til sølu næstu dagarnar.

 

Lagt verður aftrat, at sýningin er slakar tveir tímar við steðgi á umleið 15 minuttir, tá okkurt lætt kann keypast til góman.

 

- Atgongumerki til skemtileikin kunnu keypast á billett.fo siga tey í Sjóvar kommunu í dag.