Stranda Sjónleikarafelag nýtt limafelag í MáF

MáF hevur fingið nýtt limafelag

Tað er Stranda Sjónleikarafelag, sum hevur biðið um at gerast limur í MáF aftur, eftir at felagið varð endurstovnað 5. desember 2023. Felagið hevur annars ligið stilt í 20 ár.

 

Áhugin fyri at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag var stórur, tá kallað varð til fundar at endurstovna felagið í bygdahúsinum á Strondum, og væl gekk við at manna nevnd.

 

Tey, sum vórðu vald í nevndina hjá Stranda Sjónleikarafelag, eru hesi:

 

Turið Dyssegaard, forkvinna.

Vár Hjørleivsdóttir Johansen, næstforkvinna.

Marjun á Fríðriksmørk, skrivari.

Jan í Giljum, kassameistari.

Nicolina í Lág Jøkladal, nevndarlimur.

 

Tiltakslimir eru Hansa Olsen og Marita á Fríðriksmørk.

 

MáF fegnast um, at Stranda Sjónleikarafelag er endurstovnað, og ynskir felagnum hjartaliga vælkomið sum limafelag í MáF aftur.