Strandaðir sviar

Millum tey hundraðtals fólkini, ið eru rakt av seinkingunum í flogferðsluni, eru sviarnir, Ted Münther og Frederik Holmer.

Teir skuldi flúgva í gjár, men sita framvegis á flogvøllinum og bíða. Teir lata tó ikki illa at.

- Vit fingu song at sova í frá Atlantsflog, og vit hava fingið ovmikið at eta, siga teir.

Teir hava verið í Føroyum og arbeitt fyri júst Atlantsflog, og eru nú á veg yvir aftur til Svøríki.

- Vit taka tað heilt róligt. Vit hava teldu og síggja film og vit kunnu eisini lurta eftir tónleiki, so her er eingin vandi. Vit taka tað akkurát, sum tað kemur, siga teir báðir sviarnir.

Teir siga, at eitt flogfar kemur klokkan 14.15 og fer avstað aftur klokkan 15.00, og eitt anað stendur at fara klokkan 17.00.

- So fáa vit at síggja, um vit sleppa við øðrum teirra, siga Ted Münther og Frederik Holmer.