Hann hevur júst givið fløgu út, sum hevur selt óvanliga nógv hesa fyrstu vikuna. Næstan 2.000 fløgur eru seldar eftir fáum døgum, og tað er óhoyrt í nýggjari tíð. Leygarkvøldið hevur Hallur Joensen útgávukonsert, og hann fer at syngja sangir av nýggju útgávuni til Straight Parade. Við sær hevur hann eina paradu av góðum tónleikarum.