Straight Parade: Hjarnar í alla nátt

Karl Martin Samuelsen og hansara menn í Hjarnum duga at blása fólk um koll við góðum rocktónleiki.

Til Straight Parade fara teir at savna sítt besta tilfar og blása tað út til fólkið. Sangir sum Alla Nátt, So Excited, Breaking My Heart og aðrir verða at hoyra, tá ið Hjarnar – við Jørgen Dahl – fara á pallin leygarkvøldið.