Strævnari at fáast við myndugleikarnar enn at fáa barn við autismu

So bersøgin er Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í lesarabrævi í dag.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í dag skrivað eina longri grein um dagsins støðu á almannaøkinum og serliga hjá børnum við serligum tørvi.

 

Annika Olsen sigur millum annað, at landsstýrið ætlar at stinga ein brekpolitikk fyri næstu 20 árini út í kortið, sum skal lýsa, hvussu tað ítøkiliga kann gerast, at loysa avbjóðingarnar á økinum.

 

Millum hesar avbjóðingar er samstarvið millum foreldur og myndugleikarnar. Ein kanning, sum landsstýrið lat gera vísti, at tað var strævnari at fáast við myndugleikarnar enn at fáa eitt barn við autismu. Tað er tí av stórum týdningi fyri landsstýrið at betra hetta samstarvið.

 

Annika Olsen nertir eisini við forsorgarøkið, sum Føroyar yvirtóku í 1995. Hon nevnir, at Almannamálaráðið arbeiðir við hesum økinum og at fleiri átøk eru gjørd seinastu tíðina. Talan er ikki um eina samlaða forsorgarlóg, men fleiri lóggávur, sum hava við tænastur og veitingar til borgarar at gera.

 

Annars fegnast Annika Olsen um, at so gott sum eingi børn verða longur send á serviðgerðarstovn í Danmark, og at vit nú kunnu menna fakliga førleikan til at taka okkum av serviðgerð í Føroyum, heldur enn at senda børnini til Danmarkar.

 

- Málið hjá okkum má vera, at vit skulu kunnu taka okkum av okkara børnum, óansæð hvussu trupult tað er, tað er okkara skylda sum samfelag at vera góð við øll okkara børn og ikki flyta tey við avbjóðingum  av landinum, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.

 

Les meiri við at trýsta HER