Strævin vika hjá Team Klaksvík

Útsetti dysturin móti Kyndli verður avgreiddur týskvøldið, og longu hósdagin er aftur dystur á skránni

 

 

Dysturin millum Kyndil og Team Klaksvík, sum skuldi verið spældur í farnu viku, varð útsettur, tí koyrilíkindini vóru somikið vánalig.

 

Nú er nýggj dystartíð ásett, og dysturin verður spældur týskvøldið klokkan 19.45. Longu hóskvøldið skal Team Klaksvík aftur í eldin, tá Vestmenningar vitja í Klaksvík, so talan verður um strævna viku hjá klaksvíkingum.